Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólaborðiskurin á Kafé Fríðu klárur!

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í kvøld vóru vit til eina spennand og margfelda smakkiroynd, sum kyttlaði allar smakkileykirnar á øllum rókunum.

Í miðjuni ein sera væl smakkandi og væl fyllt kjøtsuppa. Kring hana kundu tú byrja við laksi, broccoli-salat, kyllingasallat við vínkókaðum soppum – reyðleykur og bacon omaná, sum eggjar smakkin enn meir.

Rækjubland við súltaðum reyðleyki, turr skinka við olju, reyðleyki, grønmeti og trimum ymisku olivendrúvum – alt hetta liggjandi omaná einum camembert osti. Síðani ein cremeostur við glaseraðum mandlum.

At hava afturvið ein spennandi breyðkurv við hvítum-, grovum- ella knekkbreyði.
Hetta er ein jólaborðiskur, sum rættiliga biður seg taka og er sum onkur vildi sagt: Sera, sera, sera væl smakkandi, annarleiðis, jólaligur og deiligur.

Sum eg skilji, verður eitt sindur skift út, sum frálíður – og sjálvandi verður onkrar dagar eisini egg og sild á borðiskinum.

Hetta kann, má og skal bert roynast – og kann viðmælast!

Hvar?
Í Kafé Fríðu – Sjálvandi!