Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólabryggið hjá Føroya Bjór kemur fríggjadagin

John William Joensen

Jólabryggið hjá Føroya Bjór er nú bryggjað, og J-dagurin verður fríggjadagin 7. november. Flestu skeinkistøðini í Føroyum fara saman við Føroya Bjór at hava J-dag.

Jólabryggið hjá Føroya Bjór er nú bryggjað, og J-dagurin verður fríggjadagin 7. november. Flestu skeinkistøðini í Føroyum fara saman við Føroya Bjór at hava J-dag.

Hvørt staðið hevur J-dag í ein tíma. Byrjað verður á flestu støðunum kl. 17.00. Sí niðast og fylgið eisini við á Facebook-síðuni hjá Føroya Bjór um tíð og stað.

Jólabryggið

2014 er bryggjað við stórum eldhuga, og nógv er gjørt fyri at fáa bestu góðsku og besta smakk. Samanspælið millum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni er heilt serligt.

Jólabryggið hóskar serliga væl til vanligan hugna og afturvið jólamati sum røstum kjøti, gás og fleska- og oksasteik.

Nøgdin av jólabrygginum 2014 er avmarkað, og tað fæst til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór, Rúsdrekkasølu Landsins og á skeinkistøðum og matstøðum kring landið.

Her verður J-dagur í Havn:

Kl.

17.00-18.00: Bovling og Glitnir

Kl.

18.00 -19.00: Irish Pub og Valhøll

Kl.

19.00-20.00: Café 22 og Mojo

Kl.

20.00-21.00: Mimir og Basalt

Kl.

21.00-22.00: Havnar Klubbi og Cleopatra

Kl.

22.00-23.00: Café Kaspar og Sirkus

Kl.

00.00-01.00: Finala á Café Natúr