Menn frá vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu eru í dag í ferð við at seta upp jólabýin úti í Klaksvík. Snotuligar búðir eru gjørdar av lærarum og næmingum á Klaksvíkar Tekniska Skúla, jólatrø verða sett upp og sum skilt verður fjølbroytt skrá skjótt kunngjørd, sum eisini fevnir um hølir í Fornminnasavnsbygninginum.
Vit fara helst at frætta nærri seinni ídag.




