Nú nærkast til Jólabýurin í Klaksvík letur upp. Í hesum sambandi fara tríggjar jólaligar og vælprýddar búðir at standa í Klaksvíksgarðinum frá leygardegnum av. Fólk sum rokast við ymiskt handverk og hondarbeiði og eru áhugaði í at sýna fram og selja eru vælkomin at seta seg í samband við samskiparan Anniku S. Biskopstø.

Sambart Anniku er ætlanin, at kreativ smávinna skal hava eitt ávíst pláss í jólabýnum.
”Eg haldi at kreativitetur eru ein hugnaligur partur av jólunum og kann vera við til at vekja hugflogið hjá fólki. Eg kann ímynda mær at tað eru fleiri skapandi fólk í býnum, sum hava ymiskt liggjandi, sum tey fegin ynskja at sýna fram og selja. Hesi eru vælkomin at ogna sær eitt pláss og soleiðis seta dám á jólabýin, sigur Annika.
Nærri kunning fást við at ringja á telefon 219011.