Drigið verður sama kvøld, millum atgongumerkini, um ein ferð til danmarkar
Leygarkvøldið 04. Desember kl 23, verður høvi hjá mettum jólaborðhaldsfólki og øðrum, at brenna nakrar kaloriur av.
Árligi jóladansurin verður nevniliga í høllini á Hálsi, har Tey av kamarinum og Jóar spæla undir. Gestasangari er Emma frá Emmas Blues Band. Tiltakið eydnaðist stak væl Í fjør, tá fleiri enn 500 vóru til tiltakið.
Tey av kamararinum hava 50 ára jubileum í ár og tað í sær sjálvum skuldi borga fyri góðsku. Jóar er væl nýggjari bólkur, sum spælir til dans undir leiðslu av Jóannes Jacobsen.
Høllin verður prýdd við ljósperum í øllum litum og borð og stólar verða sett upp. Okkurt verður eisini til keyps fyri tosta.Rammurnar um eitt gott og hugnaligt kvøld, skuldu sostatt verið av teimum bestu.
Hetta er eitt tiltak, ið verður meira og meira vitja fyri hvørt ár, kanska tí at vanligu dansistøðini eru yvirfylt, tá jólaborðhaldini eru, í desember mánaða.
Stuðulsfelagið vónar, at nógv leita sær í Jóladans tann 04.desember.
Atgongumerki á kr 100, fáast við dyrnar.
Aldursmarkið er 18 ár.




