Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólagudstænasta og fyrilestur í Oslo

Tíðindaskriv

Sunnudagin, 29. november, skipar felagið Norsk-færøysk lag fyri jólagudstænastu í Oslo.

Sunnudagin, 29. november, skipar felagið Norsk-færøysk lag fyri jólagudstænastu í Oslo.

Gudstænastan verður hildin í gomlu hugnaligu St. Edmunds Church (Den engelske kirken) í Oslo, Møllergata 30,0179 Oslo.

Prædikuna heldur Njál M. Djurhuus.

Byrjað verður kl. 15.00.

Aftaná gudstænastuna verður hugni í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga væl komin!


Dagens Færøyene – politisk og kulturelt

Mánadagin, 7. desember, heldur formaðurin í Norsk-færøysk lag, Jógvan Hugo Gardar, fyrislestur um dagsins Føroyar, politikkur og mentan.
Fyrilesturin verður hildin í samstarvi við Norrøna felagið í Oslo.
Norrønafelagið heldur til í Abbediengen Hovedgård, Foreningen Norden, Harbitzalleen 24,0275 Oslo

Norsk-færøysk lag í Oslo