Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahald fyri einsamøll í KFUM & K í Klaksvík

Guttorm Sørensen

Aftur í ár verður skipað fyri jólahaldi í KFUM & K í Klaksvík fyri tey, sum ikki hava nakran at halda jól saman við. 

Tað er KFUM & K í Klaksvík, sum stendur aftan fyri hetta tiltakið. Eins og í fjør, so verður tað Pól Johannessen, trúboðari, við familju sínari, sum stendur fyri sjálvum jólahaldinum.

– Vit halda at her er ein tørvur, og tí valdu vit aftur í ár at skipa fyri hesum. Í fjør var hetta sera væl móttikið. Tað vóru ikki bert 2, men 2 menniskju sum komu og sum saman við okkum, sum familju hildu jólaaftan í KFUM & K, sigur Pól Johannessen.

– Í ár verður haldið skipað eins og í fjør. Ætlanin er at byrja tiltakið eftir kl. 18, tá kirkjugongdin er liðug. Farið verður niðan í KFUM & K, har tað er pyntað, fáa so eina góða máltíð og annað, dansa um jólatræið, syngja, hava andakt, fáa jólapakkar og enda við rísalamande og hugna okkum saman, sigur Pól Johannessen.

– Vit hugsa um menniskju, sum ikki hava nakran at halda jól saman við – tað vil siga ein einsamallur maður ella kvinna, ella eitt par, sum ikki hava nakra familju, sum tey kunna halda jól saman við, og onnur, sigur Pól Johannessen.

Boðast skal frá luttøku hjá Pól Johannessen, trúboðara, í seinasta lagi í morgin, 21. desember á telefon 212480.