Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki. Bæði pør og stakir uppihaldarar kunnu søkja.
Til ber at søkja á tveir ymiskar hættir: • Far inn á www.takk.fo og fyll út umsóknarblaðið har á síðini
• Ring tlf. 285702, 285703, 285708 ella 285709 mikukvøldið 3. des. ella hóskvøldið 4. des millum kl. 19.00 – 22.00, so fylla vit umsóknarblaðið út saman við tykkum.
Nógv trýst er altíð á telefonirnar hesi bæði kvøldini, tí heita vit á øll sum søkja, um at fylla út umsóknarblaðið á www.takk.fo, og bert ringja um tit ikki hava atgongd til netið ella um tit hava trupulleikar við at fylla út umsóknarblaðið.
Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí ongin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin av umsóknum fer fram í trúnaði og undir tagnaðarskyldu, tá ið jólahjálpin er latin verða allar umsóknir burturbeindar.
Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.
Seinasta freist at søkja um jólahjálp er fríggjadagin 5. des. 2014 á miðnátt, og øll hava svar í seinasta lagi 19. des. 2014.
Í menniskjum góður tokki letur á hvørjum árið út við 1. mio í jólahjálp til fíggjarliga sperdar familjur. Hetta er fimta árið at jólahjálpin verður latin.




