Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahugnaløta í Skúlanum við Ósánna

Dávur Winther

Í dag var allur skúlin boðin til jólahugna í miðhøllini, har tað vórðu sungnir jólasangir og vístir filmar, sum eldru flokkarnir høvdu gjørt.

Eisini varð gingið Lucia-gongd og 9. flokkur stóð fyri stóra og flotta jólaleikinum, har ein jólamaður eisini greiddi frá søguni í leikinum og sang við til Gleðilig jól aftaná leikin.

Í morgin verður tann stóra hugnaløtan í Christianskirkjuni kl. 10.30 tá øll børnini í báðum skúlunum møta upp og syngja av lívsins kreftum – Tá eru jólini rættiliga sungin inn og skúlin fingið jólafrí.