Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahugni á Biskupsstøð

John William Joensen

Tunnilsdagin verður hugnaligt á Biskupsstøð. Norðoya Sparikassi hevur ymiskt á skránni rundanum sparikassan. Brendar mandlur, sangur og tónleikur.

Tunnilsdagin verður hugnaligt á Biskupsstøð. Norðoya Sparikassi hevur ymiskt á skránni rundanum sparikassan. Brendar mandlur, sangur og tónleikur.

Húsini hjá Trøllapætur verða opin og har verður m.a. tónleikur og sangur við fittum nissum. Eisini ber til at ogna sær nýggja filmin.

Heimavirkið hevur opið allan dagin, nógv nýggj spennandi vøra og møguleiki at keypa holukøkur.

Á bókasavninum verður jólaklipp, jólasøga, vitjan av jólamanni og tónleikur og sangur.

Inni á Norðoya Kunningarstovu verður jólasøla. Ymiskt handverk verður til sølu. Eisini ber til at keypa rabarbusaft av Húsum.

So tað er bara at seta bilin, fara ein gongutúr og vitja hesi spennandi tiltøk.

Góðan tunnilsdag.”