Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahugni í Dáanum

Norðlýsið

Sunnudagin kl. 15:00 var jólahald í Dáanum.

Eins og undanfarin ár skipaði starvsfólkið á Dáanum fyri jólahugna fyri brúkarunum av stovninum og teimum, sum annars hava nakað við stovnin at gera. Fitt av fólki vóru komin niðan í Dáan til jólahugnan. Hans Hjalti Skaale spældi og sang fyri til jólasálmarnir og dansað var runt um jólatræðið. Umframt jólasálmarnir var jólaboðskapurin eisini lisin uppúr nýggja testamenti.



Starvsfólkið hevði spílað seg út við at pynta stovnin og borðreiða fyri teimum mongu sum vóru komin í Dáan. Nógvar kakur og smákøkur vóru bakaðar og fólk tóktust at hugna sær óført.



Jólamaðurin kom við pakkum. I pakkunum var góðgæti og annað, sum gleðir barnsligar sálir.



Norðlýsið var við til jólahugnan og tók nakrar jólamyndir.

Harleywoodpaint