Beint undan Jólum var skipað fyri Jólahaldið í útibarnagarðinum Fjallafípan
Fyri okkum foreldur sum eiga børn í dagstovnunum er tað sera hugnaligt saman við børnum okkara at vitja stovnarnar til Jólahald.
Fjallafípan
Nýggjasti stovnurin eitur Fjallafípan og har høvdu starvsfólkini gjørt nógv burtur úr jólahaldinum.
Sum ein rættur útibarnagarður var jólahaldið sjálvandi eisini uttandurða og tí høvdu foreldur og børn fingið boð um at lata seg væl í áðrenn farið var til Jólahald.
Fyrst varð skipað fyri spælið, har foreldur og børn saman skuldu klára einfaldar uppgávur. Síðani var fari oman í Grøvina har børnini vóru biðin um at bíða og hyggja niðan í dalin.
Og mín sann um tey ikki bráddliga bóru eygað við Jólamannin og jólanissuna og so fóru børnini spelandi niðan brekkuna.
Sum myndirnar sýna so var minni munur á hvør var meiri forelskaður upp í Jólamanninum, foreldrini ella børnini.
Síðani var farið niðan í Fjallafípuna har borðreitt var við vaflum, køkum og kakao.
Starvsfólkið eina tøkk
Tað skal hervið verða borið starvsfólkinum í Fjallafípuni eina serliga tøkk fyri tiltakið.
At skipa fyri jólahaldið er ikki nakað sum starvsfólkini fáa løn fyri, – hetta gera tey av egnum áhugað og tí skullu tey fáa eina heilt serliga tøkk frá okkum her á Norðlýsinum.
Slíkt er rós vert og enn einaferð – takk fyri.
jwj




