Jólhaldið, sum skuldi vera kl. 19:00 í kvøld er framskundað til kl. 17:30. Tað er tí, at tað eru mong, sum vilja vera heima í kvøld, tá ið Gekkruin er á skránni.
Sum nakað nýtt eru felags Jólahugnakvøld fyri næmingunum og foreldrum í skúlanum á Ziskatrøð. Í gjárkvøldið vóru 1. til 3. flokkur. Tað var sera hugnaligt. Á skránni var ein jólaleikur og tónleikainnsløg frá øllum flokkunum. Tiltakið var í KMUF/K. Aftan á fóru foreldur og næmingar yvir í skúlan til ein kaffimunn. Foreldrini vóru sera fegin um hesa hugnaligu løtuna.
Í kvøld eru tað so 4. til 6. flokkur. Tá verður eisini ein leikur á skránni, sum 6. fl. stendur fyri og hinir flokkarnar geva sítt íkast til kvøldið við tónleikainnsløgum. Aftan á fáa foreldrini ein kaffimunn í skúlanum.
sí annars: www.ziskatrod.com




