Jólakonsertin í Christians kirkjuni hevur nú 40 ár á baki og aftur hesuferð fingu áhoyrararnir eina heilt serliga uppliving
Tað er eins og undanfarin ár Klaksvíkar Hornorkestur, sum er vertur fyri konsertini, og betri vertir finnast neyvan.
Sjálvir settu teir dám á konsertina við góðum horntónleiki, men tað sum hevur sermerkt jólakonsertirnar seinastu tvey árini er at hon hevur lyft seg upp á hægri støði, við framførslum sum eru á altjóða støði.
Í fjørð upplivdu vit Pætur við Keldu og Eivør Pálsdóttir, ein ógloymandi uppliving.
– Stóra navnið í ár, var bólkurin SALT úr eysturoynni og hetta dróg eins og í fjør fitt av fólki úr eysturoynni við sær.
Rætta kósin
Tað er sjálvandi altíð ein spurningur hvør skal verða við á konsertini, men sjálvur meti eg tað vera rætt at tað skal vera nakað serligt at koma til Jólakonsertina.
Tí er rætt at krevja ein ávísan kvalitet av teimum sum skulu framføra, men sjálvandi skal konsertin eisini hava pláss fyri lokalum ísletti.
Men tað er bara gott fyri konsertina at tað ikki eru tey somu sum framføra, og bindiliðið til Klaksvíkina verður jú altíð hornorkestrið og vit áhoyrarar.
Men kósin sum nú er sett krevur eisini nógv av fyriskiparunum, og tí bíða vit í spenningi eftir hvør verður næsta ár, og spurningurin er um vit tá ikki fáa kend nøvn úr útheimið hendan vegin.
Klappa ella ikki
Konsertin er ein blandingur av jóla andakt og konsert, og fyri áhoyraran kann hetta vera eitt sindur ørkimlandi. Ikki tí, – andaktin hoyrir sjálvandi heima í kirkjuni á jólakonsertini, men fyriskipararnir áttu frá byrjan sagt áhoyrarunum um loyvt var at klappa ella ikki.
Tað er ikki vanligt at klappa til kirkju- ella samkomufundir í Føroyum, og tí hevði tað einki gjørt um ikki varð klappa fyrr enn seinast tá kanska allir luttakararnir komu inn og fingu eitt stórt klapp.
Hesuferð tordi eingin at klappa, hóast vit fagnaðust stórliga innantannað, fyrr enn contry sangarin Magni Christiansen fríðmóðigur gjørdi greitt at her var loyvt at klappa. Men tá høvdu longu fleiri framførslur verið, sum einki klapp fingu.
Konsertin
Kirkjan var fullsett, tá konsertin byrjaði við saman ringing og felagssangi.
Fyrsti solisturin á skránni var Ingibjørg Hansen, sum við síni heilt serligu rødd sang kendu sangirnar Føgur er foldin og Gleðilig jól. Rani Nolsøe leikti undir á guitar og tað komu tey bæði sera væl frá.
Síðani spældi Klaksvíkar Hornorkestur trý løg: Ave Maria, The Mission og The Little Drummer.
KFUM og K við Ólavi Johannesen sum kórleiðara, er væl fyri og tey sungu nakrar sangir.
Hans Petur Hansen, Toftir, sang solo í sanginum "Á sæla nátt" og tað kláraði hann sera væl.
Serlig uppliving var at hoyra kórið saman við Klaksvíkar Hornorkestur, undir leiðslu av Kjell Orseth, við Helgu Gerðalíð á urgu, syngja og spæla sangin "Eg veit ein góðan seyða mann!"
Síðani spældi eitt ungdómsorkestur úr Musikkskúlanum og tað komu tey væl frá. Stuttligt var at upplivað spenningin millum hesar ungu tónleikarar nú teir fyri fyrstu ferð skuldu framføra fyri umleið 1000 áhoyrarum.
Hans Eiler Hammer, sóknarprestur, hevði síðani andakt og eftir andaktina kom Contry/gospel sangarin Magni Christiansen á pállin.
Spell at hann valdi at nýta play back, tónleik av fløguni, tí sjálvur havi eg upplivað Magna LIVE í Christianskirkjuni við orkestri, og tá var tað ein sann uppliving.
Hóast Mangi sjálvur og røddin var LIVE so riggar tað als ikki við Play Back tónleiki á slíkari konsert. Men tað skal sigast at Magni eigur eina frálíka rødd, og vit fingu eina Contry & Western uppliving mitt í jólarúsinum.
SALT fekk hjørtuni at smelta
Tað skal sigast at undirritaði bert hevur hoyrt SALT í útvarpi, og teir sangirnir bendu á at tey sum mannað bólkin dáma væl amerikanskar bólkar, sum eitt nú "The Martins".
Men føroysku sangfuglarnir hava megnað at fingið amerikansku sangirnar at ljóða føroyskir, og tí gjørdist tað ein sonn tónlistalig uppliving tað løtuna SALT framførdi.
SALT fekk verðuliga hjørtuni at smelta og vit klappaðu so vit fingu ilt í lógvarnar. Sjálvandi noyddust tey at framføra eykaløg. Hvør skuldi vantað at verið klappaður inn aftur á pállin í einari føroyskari kirkju, men her var eingin ivi, – her kundu traditiónir vera traditiónir, vit vildu bara hava meira.
Konsertin hesafer gjørdist heldur long og tí noyddust tey sum skuldu náa Dúgvuna, at rýma av konsertini, og hetta er eisini nakað sum fyrireikararnir mugu taka við til næstuferð.
Tøkk til Klaksvíkar Hornorkestur
Vit skulu eisini senda eina heilt serliga tøkk til Klaksvíkar Hornorkestur. Eisini mugu vit nevna Eiler Rasmussen, og Andras Sólstein sum við vøkrum tropet leiki fingu felagssangirnar, serliga Gleðilig Jól at flúgva upp á hæddir sum bert finnast í Christianskirkjuni.
Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum mannað Klaksvíkar Hornorkestur fyri eina ógoymandi konsert og fyri vakurt hornspæl sum bert fer at trekkja fleiri og fleiri áhoyrarar, – hugsið tykkum hvussu nógv fólk verður tá koyrandi verður um Leirvíksfjørð.
Jólakonsertin í Christianskirkjuni er ein heilt serlig løta, og sum prestur segði í andaktini at tá Jólakonsertin hevur verið eru jólini byrjað.
Gott Nýggjár.
John William Joensen




