Í kvøld var jólakonsert nr. 57 í Christianskirkjuni, sum Klaksvíkar Hornorkestur hevur skipað fyri – ein frálíkur og jólaligur siður.
Kórið í Christianskirkjuni, Klaksvíkar Hornorkestur, SUÐ og Klaksvíkar Manskór vóru við á skránni, og av somu grund var skráin rættiliga fjølbroytt.
Felagssangur og andakt var eisini á skrá og til endans varð, sum siður er, sungin, Gleðilig jól, har øll sungu við, meðan Klaksvíkar Hornorkestur spældi undir.
Væl av fólki møtti, hóast illfýsið veður – og sum altíð, ein frálík konsert, ið rættiliga býður jólunum innum!






































