Teitur hevur sína einastu jólakonsert í ár í Spaniastovu leygarkvøldið 19.des.
Teitur hevur sína einastu jólakonsert í ár í Spaniastovu leygarkvøldið 19.des.
Teitur, sum syngur, spælir klaver og gitar, hevur við sær hin framúr góða bassleikaran Torleik Mortensen og hin stinna trummuleikaran Per Ingvald Højgaard.
Eftir umleið 25 ár á tónleikaferð hevur Teitur ment seg til ein avbera dugnaligan tónleikara. Hann smíðar løg og skrivar tekstir til egnu framførslur. Í dag skrivar hann eisini tónleik til aðrar heimskendar tónleikarar.
Við klaveri ella gittara er Teitur nærverandi, rúmligur, í einum løttum skemtandi tóna.
Konsertin er hin seinasta í røðini Tónabrúgv 2015. Atgongumerkini kunnu keypast á netinum og bíleggjast á 457151




