Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólakonsertir og framførslur hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla

Jóhann Lützen

Jólamánaðurin er ein serliga virkin og gevandi tíð hjá næmingum og lærarum hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla

 


Mikudagin 10. desember kl 19.00 verður jólakonsert á Skúlatrøð. Strúkarar, blokkfloytur og klaver- og guitarnæmingar spæla jólaløg og annað. 

Næmingar hava eisini framført á Biskupstorginum og verða aftur at hoyra har leygardagin 13. desember millum kl 11 og 14 og 16. desember kl. 16.30-17.30. 

Leygardagin 13. desember spæla næmingar jólasangir í Badmintonhøllini í sambandi við Luksus Loppur.

Harumframt verður eisini vitjað á sjúkrahúsinum og Røktarheiminum. Smáar konsertir eru í Tónlistaskúlanum og ymist annað.

Vit í Tónlistaskúlanum gleða okkum yvir allar tær góðu framførslurnar og ikki minst at familja og onnur stuðla so væl og møta fjølment.

Takk fyri, og góða adventstíð. 

Harleywoodpaint