Nú tað stundar til jóla, renna minni fram fyri meg um hesi gomlu hjúnini í Klaksvík, sum vóru við til at skapa jólagleði í mínum barnaárum. Tey vóru Trinilena, sum var ein yngri systir Jóhonnu langommu í Syðrugøtu, og maðurin Jóhan Elias í Búðunum í Klaksvík.
Trinilena kom sum ung í gamla handilin úti í Klaksvík at arbeiða, men seinni keypti ella bygdi hon handilin “Klakk” saman við eini aðrari konu í Klaksvík. Tá henda konan flutti av bygdini, keypti Trinilena hennara part í handlinum.
Trinilena og Jóhan Elias høvdu henda handilin, sum lá niðanfyri vegin úti í Klaksvík nakað beint niðanfyri gamla posthúsið, har ein stovnur hjá Almannaverkinum nú húsast. Í hesum handlinum bar til at fáa alskyns vørur, sum vanligar kioskir og bensilsølur hava ídag men eisini ymiskt annað, sum var væl egnað til jólagávur kanska serliga hjá børnum. Har var hugnaligt at koma á gátt. Jóhan Elias stóð oftast innanfyri diskin og roykti sigar, meðan onkrir menn stóðu uttanfyri diskin, prátaðu og kanska drukku eina pilsnarøl.
Í mínum uppvøkstri í trýssunum vóru ikki bilar í hvørjum húsi, og tað var langt at ganga av Gørðum og út í Klaksvík. Men vit áttu eitt fýramannafar, sum lá á Stongunum. Stutt undan jólum var tað siðvenja, at eg og pápi fóru yvir um vánna við fýramannafarinum yvir í handilin hjá Trinilenu at keypa jólatræ og ymiskt góðgæti til jóla. Hetta var ein dagur, sum eg gleddi meg til, tí eg fekk altíð okkurt gott burturav á túrinum aftur til hús, og so vóru jólini eisini í hondum.
Trinilena varð ættað av Húsum og fødd í 1886, meðan Jóhan Elias var væl yngri enn hon. Hann varð føddur í 1896. Tí vóru tey bæði komin væl til árs, tá tey giftust í 1928. Tey áttu ongi børn, men ein genta í familjuni hjá Trinilenu vaks upp hjá teimum.
Tey búðu í einum hugnaligum húsum beint sunnanfyri Sjómansheimið, og uttanum húsini høvdu tey stóran urtagarð við blómum og stórum trøum. Trinilena passaði urtagarðin, men tá hon eldist, orkaði hon ikki hetta so væl longur. Tí bað hon meg onkuntíð koma at hjálpa sær, og tað gjørdi eg fegin, tí eg fekk altíð okkurt gott úr handlinum afturfyri.
Handilin úti í Klaksvík lat aftur onkuntíð miðskeiðis í 1970-unum ella har á leið, og hann er ikki til longur. Eg minnist ikki, nær tey bæði doyðu, men Jóhan Elias bleiv gamal maður, og Trinilena bleiv heilt gomul kona. Góð og rík minni frá barnaárunum.



