Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólamaður vitjað Christian í Grótinum

Dávur Winther

Vaska upp og niður, gera reint til jóla, jólastákan – jú, mong eru heitini, sum verða brúkt í hesum døgum. Soleiðis er eisini umborð á Norðborg og Christian í Grótinum, har øll manningin er umborð og tekur hond í hetta og hatta. Øll henda vikan er sett av til hetta sama.

Vaska upp og niður, gera reint til jóla, jólastákan – jú, mong eru heitini, sum verða brúkt í hesum døgum. Soleiðis er eisini umborð á Norðborg og Christian í Grótinum, har øll manningin er umborð og tekur hond í hetta og hatta. Øll henda vikan er sett av til hetta sama.

Tað verður málað og vaskað, og maskinmenninir hava ymiskt at umvæla. Okkurt skal í land og annað umborð. Tó er eisini stundir til hugna, har kokkurin ger góðan døgurða hvønn dag til alla manningina og fólkini, sum starvast á skrivstovuni.

Tó var dagurin í dag nakað serligur. Ein jólamaður, sum býr á Myrkjanoyri – fjallið beint omanfyri Norðhavnina, har bátarnir liggja, var komin umborð á Norðborg at vitja. Samstundis var ein flokkur, 3. A frá Skúlanum við Ósánna á vitjan umborð. Hetta tí, at fleiri av pápunum at børnunum í flokkinum sigla við.

Øll fingu fyrst ein góðan døgurðabita frá kokkinum. So varð farið á brúnna, har tað eisini varð skipað fyri spurnarkapping og sungið. Á brúnni greiddi jólamaðurin eitt sindur frá teimum mongu tólunum, ið har vóru, so hann man kenna skipið væl.

Børnini fingu jólapakkar frá jólamanninum og síðani varð boðið til jólagreyt í messini, saman við mammunum og pápunum, skiparanum og øllum hinum.

Jú, børnini hugnaðu sær óført og sonur maskinmeistaran greiddi frá, at hann dugdi at starta motorin. So longu nú eru kanska spírar lagdir til fleiri maskinmeistarar, skiparar og dekkara í 3. A.

Harleywoodpaint