Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólanissur vitja spælistovuna hjá dagrøktini

John William Joensen

Frá 1.desember hava jólanissur vitjað inn á gólvið hvønn dag til gleði fyri børnini.

Tað verður eitt stórt arbeiði gjørt í dagrøktarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu, og ansa dagrøktar mammurnar tey minstu børnini, meðan vit eru til arbeiðis.
Børnini sum eru í dagrøktarskipanini eru um 120 í talið og tey eru fjúrtanda hvønn dag í spælistovuni í kjallaranum hjá Blákolluni.
Børnini eru í aldrinum 0 til 3 ár og onkur av børnunum høvdu hug at ræðast.
– Tann eina dagin fóru øll børnini at gráta, so vit noyddust at biðja hana fara av stað aftur, men lagið gjørdist betur tá nissan gav øllum sjokulátu, sigur Harriet Lydersen, økispedagogur.

Sí myndirnar og vit á Norðlýsinum fara at ynskja dagrøktarmammunum eini gleðilig jól.