Jólaódnin, sum ikki enn er liðug á hesum sinni, er ræðandi í sínum veldi og tað er ræðandi at hon er úrslit av veðurlagsbroytingum íkomnum av co2 útláti og ovurnýtslu heimsins av fossilum brennievni ! Tað er ræðandi at slíkar ódnir kunnu farast at gerast alt vanligari í Føroyum framyvir.
Veðurfrøðingar uttanlanda sýna okkara jólaódn stóran ans og halda at hon eigur at granskast fyri at royna at staðfesta hvussu hon er íkomin – kortini eru teir sannførdir um at bræðingin við Arktis er høvuðsorsøkin – hitin í dag á Norðpólinum er 20 stig ! hægri enn vanligt hesa árstíðina.
Vit Føroyingar hava kanska havt hug at halda at veðurlagsbroytingar fara fram alla aðra staðni enn hjá okkum ! Jólaódnin er tíðanverri eitt veruliga úrslit av veðurlagsbroytingum á okkara leiðum.
Á ráðstevnuni hjá SEV í heyst varð veðurfrøðingurin Jesper Teilgaard spurdur hvussu hann helt vit fóru at merkja veðurlagsbroytingarnar sum idag er ein vísindaliga staðfestur globalur veruleiki ! Hann metti at vit framyvir fara at fáa nógv fleiri ódnir og nógv avfall – tíðanverri sær tað út til at hann hevur rætt.
Tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær ógvusligu negativu ávirkanina á Føroyar og okkara lív og búðskap um hesir døpru spádómar fara at halda.
Siri Steenberg sigur at Føroyar taka undir við Paris sáttmálanum um at minka okkara nýtslu her á landi av fossilum brennievnum og at gera okkara skyldu í heimssamfelagnum – stundin er komin at seta hetta í verk beinanvegin ! støðan er veruliga álvarslig.
Johan Mortensen




