Tað er blivin fastur táttur í Kelduni í Skálafirði at vit syngja jólini inn lítlajólaaftan 23 des.
Soleiðis verður aftur í ár. Aftaná tey seinastu jólainnkeypini og resi sum er til jóla bjóða bjóða øllum vælkomin til at slappa av við einari hugnaliga sangløtu saman við okkum. Vit fara at syngja kendar og nýggjari jólasangir. Ymiskar sangkreftir koma at luttaka, Kvartettin í Betesda, Lisa Frederiksberg, Terji Vestergaard, Eyðun og døtrar, Lovsangskórið í Kelduni, o.o. Eisini verður dansiframførðsla. Sum altíð verður eisini kaffi á skránni.
Sum hini árini hava vit eisini eina innsavnan til missión.
Hjartaliga vælkomin til jólasangløtu í Kelduni, Skálafirði sunnukvøldið 23 des kl. 21.




