Jólaskipið kom á Klaksvík í kvøld kl. 18.00 og nú eru jólini rættuliga byrjaði hjá børnunum, samstundis sum vit tilkomnu hava fingið nakað at hugsa um.
Tað var ein sonn frægd at síggja Jólaskipið í kvøld. Sjálvt um tiltakið eftirhondini hevur nógv ár á baki, so imponerar tað hvørja ferð, og árið í ár var einki undantak.
Fjøld av fólki og serstakliga børnum vóru møtt og eisini í ár megnaði Jólaskipið at vekja undran í okkum øllum og at geva børnunum ein jólapakka við til hús.
Jólamenninir vóru hugtakandi og ikki at gloyma Karl Martin og Klaksvíkar Sjónleikarfelag á fótbóltsvøllinum.
Spennandi er altíð at meta um Ársins Rósu. Hesaferð hevði nevndin valt Jórun & Jórun á loffinum í KÍ høllini sum sjálvsagdar vinnarar. Hóast tær eru mest ásýniligar sum KÍ-mammur á loftinum, so fer helst størri parturin av arbeiðisorku teirra í kjallaranum at vaska klæðir til tey mongu ítróttarfólkini hjá felagnum.
Hjartaliga tillukku tit báðar!




