Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólaskipið er á veg – Minnist til “Ársins Rósa”

Oliver Joensen

Vit hava frætt frá Jólaskipinum. Jólamenninir siga, at veðrið var sera gott í nátt og at tað tí hevur gingið væl at sigla næstan 65 fjórðingar hava teir siglt í nátt.

MEN siga teir. Tit á landi hava framvegis trupulleikar við korona. Av hesi orsøk skipa vit okkum øðrvísi í ár. Tit børn skulu ikki koma á støð á kajuni, sum tit plaga. Jólaskipið fer at sigla eina løtu á Vágni og skjóta rakettir og annars tað vit plaga. Men aftaná tað fara jólamenninir upp í tríggjar sløkkiliðsbilar og við teimum fara teir at koyra runt Klaksvík  við pakkum til børnini, tí pakkar skulu tit hava, siga jólamenninir.

Tit skulu tú bara stilla tykkum onkustaðni á rutuni hjá teim trimum sløkkiliðsbilunum og halda frástøðu, so koma vit og tveita tykkum pakkar frá bilinum.

Hvussu sløkkiliðsbilarnir fara at koyra, tað fáa tit nærri at vita um her á nordlysid.fo mándagin. Sum veðurenninir siga um veðrið, so rokna vit við at vera á Lorvík og Klaksvík mikudagin, men meira vist um tað her á nordlysid.fo mánadagin.

Minnist eisini til at biðja foreldur tykkara um at senda uppskot um “Ársins Rósu” til oliver@nordlysid.fo

Vit eru ógvuliga spentir, siga jólamenninir at enda tá vit tosaðu vit teir í morgun.