Ídag kom Jólaskipið á Klaksvík fyri 23. ferð. Og móttøkan var stór, hvussu nógv fólk vóru á kajini ídag vita vit ikki av góðum grundum, men meira enn 1000 pakkar blivu givnir út á kajøkinum.
Tað var Ågot og alt fólkið rundan um menninar á Ågot, ið hevur stríðst fyri tiltakinum. Teir taka takið kring jólaskipið og tað riggar hvørja ferð.
Hesaferð vóru veðurgudarnir ikki at tosa við fyrr enn i einum skáa ídag, tá Klaksvíkin lítla løtu lá í eyganum á einum lágtrýsti. Veðrið var sera lagaligt ímeðan tiltakið fór fram.
Orsakað av minningarhaldinum í Christianskirkjuni í kvøld, varð tiltakið flutt fram til kl. 17 stundisliga og tað eydnaðist at koyra alt í gjøgnum, somikið skjót, at væl bar til hjá fólki at fara hagani og í kirkjuna.
Jólamenninir komu rættiliga til sín rætt á vestara kajøki niðanfyri Fornminnasavnið. Borgarstjórin flutti fram røðu og kunngjørdi Ársins Rósu. Marjun Kalsø, fekk Ársins Rósu í ár, meira um tað aðrastaðni.
Sum altíð var sløkkiliðið ein partur av tiltakinum, og børnini gjørdust ovfarin, tá jólamenninir komu í land av Ågot eftir stiganum á brandbilinum, eitt framúr uppáfund.
Eftir løtuna undir Fornminnasavninum, fóru jólamenninir heim í Røktarheimið við Vágna, har teir deildu út seinastu pakkarnar og fingu eitt hugnaprát við búfólkið.




