Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið í Lorvík og á Klaksvík leygardagin

Oliver Joensen

Vit hava hoyrt frá jólamonnunum umborð á Jólaskipinum. Teir hava knappar 500 fjórðingar eftir at sigla og vænta at vera í Lorvík leygardagin kl. 16 og á Klaksvík kl. 18.00.

Men, søgdu teir í sendaranum, tit vita, tað er ikki altíð so lætt at spáa um veðrið. Norski veðurmaðurin sigur at ættin verður vestan einar 12-13 metrar um sekundi um miðdagsleitið og minkandi niður í 9 metrar út á seinnapartin, og tá vestan er besta ætt á Klaksvík, so skuldi verið lag á manni.
Jólamenninir lata heilsa og vóna at einki óhapp hendir teimum á vegnum og at veðrið verður sum veðurmaðurin sigur. Men siga teir at enda, verður veðrið ov vánaligt, so skulu vit nokk royna onkran annan dag, vit kunnu kroka onkustaðni um vit vera noyddir at bíða.