Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið kemur á Klaksvík hósdagin ella kanska fríggjadagin

Oliver Joensen

Tað veldst um veðrið. Men jólamenninir siga, at teir nærkast Føroyum nú, og gongur tað sum nú, so er møguligt at jólaskipið verður á Klaksvík hósdagin 18. desember, men um ikki alt gongur eftir ætlan, so verður tað fríggjadagin 19. desember.

Jólamenninir lata heilsa og siga, at skipið leggur at á vestursíðuni, niðanfri hjá NFCS og at alt hatíðarhaldið, pakkar til børnini, røður, tiltakið Ársins Rósa og annað fer at fara fram í Jólabýnum úti í Klaksvík.