Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið kemur í dag kl. 18.00

Oliver Joensen

 Við nógvum jólamonnum, rakettum og blussum kemur Jólaskipið inn eftir Vágni ídag kl. 18.00.

Niðanfyri Fornminnissavnið verður móttøka, har millum annað Ársins Rósa verður latin einum av borgarunum í kommununi.

Borgarstjórin handar og flytir fram røðu. Fyri Føroya Sjómannadag, ið stendur fyri tiltakinum, verður tað Karl Birgir Isaksen, ið flytir fram røðu. Danny & The Veetos spæla og jólamenninir undirhalda.

Hetta verður stóra løtan hjá børnunum. 

Vælkomin út í Klaksvík.