Nú hava vit frætt frá jólaskipinum. Vit leggja at á Stongunum klokkan fýra ímorgin fríggjadagin, siga jólamenninir.
Tað brakaði og knakaði í Marconi sendaranum hjá Jólaskipinum, tá vit vóru í samband við jólamenninar umborð ímorgun. Teir siga at veðrið hevur verið sera ólagaligt, men at teir koma á Klaksvík ímorgin, fríggjadagin kl. 16.00.
Av stongunum verður so gingið niðan á vøllin, har stóra tiltakið verður fyriskipað.
Gleði tykkum børn og møtið fjølment, men minnist til, tað er klokkan FÝRA og ikki kl. 18, sum áður lýst.




