Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólatræið í Svínoy avlýst hetta vikuskiftið

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Jólatræið í Svínoy, sum eftir ætlan skuldi tendrað leygardagin 8. desember kl. 16.00 er útsett vegna veður.

Veðrið verður sambært kønum fólki ov ivasamt bæði leygardagin og sunnudagin til at ráðiligt er at hava hald fyri jólatrænum hetta vikuskiftið. Tí er avrátt at útseta røðuna hjá Regin Olsen, maskinmeistara og spælið hjá Klaksvíkar Hornorkestri – men heldur at tendra jólatræið næsta vikuskiftið – Leygardagin 15. des 2018.

Ritan fer tá av Hvannasundi kl. 14.45, og siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30. Neyvari verður eisini kunngjørt móti komandi vikuskifti, nær haldið verður.