Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólatrtæið í Vágstúni tendrað

Oliver Joensen

Seinnapartin í dag, var ein sera hugnalig løta í Vágstúni, tá Jólatræið bleiv tendrað. Tað var Beinta Klakkstein, býráðslimur, ið flutti fram røðu. Nógvu áhoyrarnir, sum vóru komnir saman í sera hugnaliga umhvørvinum í Vági, vórðu undirhildnir av okkara vælumtókta hornorkestri.

Í sølubúðunum kundi tú keypa ymiskt. Tað vóru eitt nú næmingar úr miðnámi á Kambsdali, ið eisini stóðu fyri sølu av te, kaffi, holukøkum og ymiskum øðrum.

Veðrið var eisini til vildar tað løtuna, so alt í alt ein hugnalig byrjan uppá seinastu dagarnar upp undir jól.