Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólatúrur til Edinburgh í desembur

(Hannefía Joensen)

Seinastu árini hevur Norrøna vitja Aderdeen, Inverness og Edinburgh um jóltíðir. Í ár verður tað so aftur Edinburgh.

Vit meta, at Edinburgh er ein sera spennandi býur. Umframt at her eru hópin av handlum og sølumiðstøðum, so er býurin á tremur av søgu, mentan og arkitekturi.

Eitt annað sum ger túrin í ár sera hugaligan er, at tað tekur bert 24 tímar at sigla til Edinburgh. Norrøna leggur frá landi mánamorgun tann 3. desembur kl. 9.00 og er í Edinburgh týsmorgun kl. 9.00. Har verður hon so liggjandi heilt til mikumorgunin kl. 10.30, tá ið hon leggur leiðina heimaftur og er á Havnini tann 6. desembur kl. 11.00

Hetta merkir, at fólk fáa meira enn eitt heilt samdøgur til at uppliva Edinburgh við øllum tí, sum býurin hevur at bjóðað uppá.

Vit hava lagt okkum eftir at geva fólkum nógv fyri pengarnar. Sjálv ferðin aftur og fram kostar úr 695,- og man býr umborð, ímeðan vit liggja í Edinburgh. Harumframt hava vit fingið gott undirhald umborð á jólatúrinum. Vit hava Hilmar Jan Hansen, Jens Marna Hansen Band, Stanleyg Samuelsen og onnur til at undirhalda fyri gestunum.

Túrurin plagar at verða sera vælumtóktur – ímillum 500 og 800 fólk plaga at fara við Norrønu á jólatúr.