Vindurin vestaneftir sum hevur verið nakrar dagar, fer at halda uppat sunnudagin – jólaaftan. Ístaðin verður køld høgætt, sum fer at liggja restina av jólunum.
Luftin, sum kemur til okkara í dag og í morgin, stavar norðanífrá, har tað er kalt. Men hon fer ein umveg niður við eysturstrond Grønlands fyrst og snarar á Kappanum ímóti okkum. Tí er hon so lýggj. Enn.
Dagurin í dag fer við vesturætt, 5 til 10 m/s og ælaveðri. Hitin ímillum 4 til 6 stig.
Morgindagurin byrjar á sama hátt við vesturætt, men tó nakað vátari enn í dag. Seinnapartin minkar vindurin niður í nokkso lítið, og eina ferð um kvøldið – helst eitt sindur seint – víkir vesturættin fyri landnyrðingi, 5 til 10 m/s.
Jólanátt kann væntast ælaveður við vátaslettingi ella kava; jólamorgun og jóladag bert fáir ælingar.
…og soleiðis fer veðrið eftir øllum at døma at vera restina av jólunum…



