Vit hava hava sent nakrar spurningar til ymsu floksformenninar. Higartil er tað bert Jenis av Rana, sum hevur havt tíð at svara.
Vit hava hava sent nakrar spurningar til ymsu floksformenninar. Higartil er tað bert Jenis av Rana, sum hevur havt tíð at svara.
Hvussu plaga tygum at halda jól og hvussu fara jólini at síggja út tygara vegna í ár?
Jólini verða merkt av friði og hvílu saman við familjuni. Vit gleðast um, at familjan gjørdist eina fitta diddu ríkari í ár. Anna Emilie varð fødd í decembur og heldur tí síni fyrstu jól saman við okkum J
Eru jólini høgtíðin á árinum, har tygum veruliga megna at kobla frá politiska gerandisdegnum? – Ella megnar ein floksformaðurin nakrantíð at halda politiskt frí?
Lívið er annað enn politikkur, men eg má viðganga, at trupult er at kobla frá hugsanum um samfelagsligar spurningar. Men beinleiðis politiskt virksemi á jólum- nei, ikki talan um!
Um vit hyggja á aftur skjótt farna politiska árið; hvat hevur verið tað besta?
At arbeiðsloysið framhaldandi minkar! Alfa og Omega í politikki er at verða við til at skapa arbeiði til arbeiðsleysar hendur, alt annað gott sprettir úr tí!
Um vit gloyma politikkin eina løtu, hvat hevur verið tað besta, sum er hent í ár? Ella kunnu tygum minnast onkra góða løtu í árinum, sum farið er?
Besta í ár og á hvørjum ári er, at Harrin er ein veruleiki og at Hann ”lønir teimum, sum kalla á Hann”.
Besta persónliga løtan var óivað 7. decembur kl. 16.52, tá Anna Emilie varð fødd!
Árið 2014 nærkast einum enda og 2015, sum er valár, bíðar. Eru tað nakað tygum ynskja í árinum, sum kemur?
At enn fleiri mugu møta Jesusi sum Frelsara og persónligum vini! Og at Føroyar og føroyingar líta seg meira yvir í hendur Hansara, sum aldrin svíkur!
Til seinast, hvat ynskja tygum tær í jólagávu?
Nýggju bókina hjá Martin Krasnik.




