Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Pauli Olsen tekur yvir í TB

Jákup Ósá

 Norðlýsið hevur roknað seg fram til, hvør nýggi TB venjarin er.

Bill M. Jacobsen er settur at taka sær av venjingunum hjá TB komandi tvær vikurnar, tí komandi venjarin ikki kann vera við hesa tíðina. André Dalfoss segði við Norðlýsið í kvøld, at ein venjari var spurdur og sum bleiv kunngjørdur ein av komandi døgunum. Talan var um royndan venjara við A-venjaraútbúgving, sum kendi TB. Samstundis segði hann við portalin fyrr í kvøld, at talan bleiv ikki um ein lokalan venjara. Millum nøvnini sum í kvøld eru sett í samband við TB eru Pól F. Joensen, Jón Pauli Olsen,  Páll Guðlaugsson umframt Bill M. Jacobsen sjálvan. Norðlýsið hevur í kvøld tosað við Pól F. Joensen og hann staðfesti, at hann einki hevði hoyrt frá TB. Eisini vita vit frá álítandi keldum, at tað verður ikki Páll Guðlaugsson. Tað ger, at einans Jón  Pauli Olsen er eftir av teimum, sum millum fólk oftast hava verið settir í samband við TB. 

Jón Pauli Olsen er landsliðsvenjari hjá U-17 kvinnum og tær skulu spæla EM undankappingardystir komandi tíðina fram til 10. august. Kappingin verður í Danmark. Tí er lítil ivi um, at tað verður Jón Pauli Olsen, sum eisini býr í suðuroynni, sum tekur yvir. Hann hevur royndir sum venjari hjá FC Suðuroy í bestu deildini umframt hjá VB/Sumba. Jón Pauli er vábingur og kann tí flokkast sum “ikki lokalur”, sum TB formaðurin vísti til. Tí passa allar upplýsingarnar til, at tað verður Jón Pauli.

So hóast einki er undirskrivað enn og tí ikki kann sigast við 100% vissu, so hevur Norðlýsið telvað seg fram til, at nýggi TB venjarin eitur Jón Pauli Olsen, um einki óvanligt hendur.