Í gjár róði Jón Ryan Petersen á fyrsta sinni við Klaksvíkingi í ár. Frammanundan hevur hann vunnið við Knørri og Nevinum Reyða.
Jón Ryan Petersen hevur í fleiri ár róð við Klaksvíkingi, har hann hevur vunnið trý FM higartil. Í ár skuldi hann skiftast við Jákup Hansen, ið er sjómaður, og so skuldi hann rógva ein róður við Nevinum Reyða, men nú undan ólavsøku hevur hann róð við trimum bátum og vunnið við øllum trimum. Vit spyrja, hvussu hetta ber til.
– Áðrenn kappingin byrjaði, so var ætlan løgd, har eg skuldi rógva á Norðoyastevnu, síðani skuldi Jákup rógva tær fýra næstu stevnurnar, áðrenn eg kom við aftur tær báðar seinastu. Síðani høvdu vit avtalað longu í februar, at eg skuldi rógva við Nevið Reyða á Fjarðastevnu, tí ein rógvari hjá teimum skuldi uttanlands á konsert. Undan Norðoyastevnu bleiv eg skaddur, men á jóansøku blivu boð eftir mær frá Knørri, sum kappast við Nevið Reyða. Tað var eitt sindur serligt, so eg spurdi teir á Nevinum, um tað var í lagi og teir søgdu ja. Tá vunnu vit, men tað var eitt sindur serligt, tí eg kenni teir á Nevinum og man man hjálpist at gjøgnum árið. Eg helt við teimum á Norðoyastevnu og vónaði, at teir vunnu FM, men eg vildi eisini vinna við Knørri hóast tað ikki var við krígsstemningi, sum tað ofta er, tá man t.d. liggur á startinum. Ein rógvari hjá Knørru fekk síðani ein skaða, so eg róði eisini á Varmakeldu, men tá vann Nevið Reyða. Fjarðastevnuna vunnu við við Nevinum og í gjár vunnu vit við Klaksvíkingi, so hetta hevur verið eitt serligt ár fyri meg má man siga, sigur Jón Ryan Petersen við Norðlýsið.
Undan ólavsøku bendur alt á, at Klaksvíkingur og Nevið Reyða vinna FM í 2023.





