Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Simonsen farin frá sum stjóri í Skyn

Tíðindaskriv

Í tíðindaskrivi boðar Nevndin í Skyn frá at fráfaringaravtala er gjørd við Jón Simonsen, stjóra. Farið verður undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra til meklarafyritøkuna í næstum

Í tíðindaskrivi boðar Nevndin í Skyn frá at fráfaringaravtala er gjørd við Jón Simonsen, stjóra. Farið verður undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra til meklarafyritøkuna í næstum

Tíðindaskrivið ljóðar soleiðis:

Jón Simonsen og nevndin í Skyn eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tískil fer Jón Simonsen úr stjórastarvinum, sum hann hevur røkt síðani 2010. Rune Nørregaard, kredittstjóri í BankNordik, verður fyribils settur stjóri, inntil nýggjur stjóri er funnin.

“Skyn hevur seinastu árini ment seg nógv, og úrslitini hava verið sera góð. Jón Simonsen hevur saman við starvsfólkunum í Skyn staðið á odda fyri góðu gongdini, og vit takka honum fyri góða samstarvið og góðu avrikini. Samstundis fegnast vit um, at vit hava ein sera dugnaligan og eldhugaðan starvsfólkahóp í Skyn, og vit hava tí bjartar vónir fyri framtíðina hjá Skyn,” sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í Skyn.

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Skyn í næstum.