Danski verjuleikarin Jonas Flindt Rasmussen var í Klaksvík í kvøld, har hann setti undirskriftina á ein 3 ára sáttmála við KÍ.
25 ára gamli Jonas Flindt Rasmussen hevur seinasta árið spælt í 3. bestu norsku deildini, har hann hevur spælt við Nybergsund bæði sum miðverji og sum álopsleikari, har hann hevur skorað nógv mál. Men í KÍ er hann fyrst og fremst ætlaður sum ein stýrandi miðverji, sum vit kendu hann frá B36 í 2012 og í 2011, tá B36 vann FM heitið. Jonas hevur spælt 50 dystir í Effodeildini og skorað 5 mál eins og hann hevur Champions League royndir.
Tað vóru Tummas Lervig, formaður í KÍ, og Niclas Niclasen, dagligur leiðari í KÍ, sum vegna KÍ settu undirskriftina á vegna KÍ, tá partarnir endaliga staðfestu samstarvið fyri komandi 3 árini á lítlari samling í kvøld. Umframt Jonas sjálvan, so var pápi, ið er hansara umboðsmaður, hansara eisini við í ferðalagnum.
Sostatt hevur KÍ veruliga spent seg út til komandi kappingarár, har nærum allur verandi hópurin heldur fram, meðan miðverjin Jonas Flindt Rasmussen og miðvalla leikarin Ndende, ið eisini kann spæla í miðverjuni, eru komnir afturat. Við hesum er verjuparturin munandi styrktur, ið var størsti trupulleikin á liðinum seinasta ár, tí ov nógv mál fóru inn.
Myndirnar eru frá samlingini í kvøld, tá partarnir skrivaðu undir.




