Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jonas G. Hansen heldur fram í Føroyum?

Jákup Ósá

Hann hevur áður spælt fleiri U-landsdystir fyri Danmark og spældi við TB eftir summarsteðgin.

U21 landsliðsleikarin Jonas G. Hansen, sum áður hevur umboðað fleiri donsk U-landslið, avvísir ikki møguleikanum at halda fram at spæla í Føroyum.

Jonas skifti heldur óvæntað til TB á seinasta degnum áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í summar. Jonas hevur áður havt sáttmála við Esbjerg og hevur fleiri ferðir umboðað U-landslið hjá Danmark. Undan hesari U21 kappingini tók Jonas, sum hevur føroysk foreldur, tó støðu til at umboða Føroyar framyvir.

Jonas hevur ongan sáttmála í løtuni og sigur við Norðlýsið, at hann venur við AB í Danmark í løtuni. Hann sigur, at hann hevur allar møguleikar opnar og vil ikki avvísa, at hann fer at spæla í Føroyum komandi ár.