Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jonas gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Jonas F. Rasmussen og KÍ gjørdu í kvøld ein nýggjan sáttmála fyri 2017. 

Norðlýsið stroymaði av KÍ loftinum í kvøld, har stóru tíðindini vóru, at KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen gjørdi nýggjan sáttmála fyri 2017. Tað hevur annars verið ivamál hvørs hann fór at halda fram at spæla í Føroyum í 2017. 

KÍ kunngjørdi eisini, at Henry Heinesen nú aftur er partur av Effohópinum hjá KÍ eftir at hann hevur tikið ein steðg frá Effodeildini í 2016. Somuleiðis gjørdi Regin Sivertsen sáttmála fyri 2017. Hann er ein partur av venjaratoyminum.