5 spurningar um Effodeildina 2017. HB fer at nærkast toppinum, væntar HB viðhaldsmaðurin Jónfinn Petursson. Hann hjálpir m.a. HB í at dagføra heimasíðuna og fylgir væl við besta liðnum. Hóast HB fer at nærkast toppinum, so vera tey bæði ovastu liðini tey somu, tippar hann.
1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:
1 – KÍ
2 – Víkingur
3 – HB
4 – B36
5 – NSÍ
6 – 07 Vestur
7 – Skála
8 – ÍF
9 – TB/FC Suðuroy/Royn
10 – EB/Streymur
2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?
KÍ er eitt ár eldri og samanspældari enn í fjør. Styrkurin í ár verður dropin ið fær bikarið at fyllast.
3. Hvør verður ársins leikari í ár?
Onkur hjá KÍ. Albert Adu ella Páll Klettskarð er eitt gott boð.
4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?
Sebastian Pingel. Hann fer heilt víst av verða við til at skjóta HB upp aftur í toppin í føroyskum fótbólti.
5. Hvat væntar tú av HB í ár og hví enda teir har sum teir enda?
HB vinnur bronsu í ár. Hóast vit hava mist fleiri avgerandi leikarar, er styrkurin vit hava fingið heilt markantur. Harafturat hava vit, kanska, snildasta venjara í landinum.




