Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóngerð Simonsen næstforkvinna í Starvsmannafelagnum

Tíðindaskriv

Nevndin í Starvsmannafelagnum hevði sín fyrsta fund fyrrapartin, eftir nevndarvalið á aðalfundinum 4. mars.

Nevndin skipaði seg við Jóngerð Simonsen sum næstforkvinnu. Hon er vald fyri tvey ár.

Hon tekur við eftir Niels á Reynatúgvu, sum er farin úr nevndini, eftir at hava sitið trý valskeið, sum er markið fyri nevndarumboðan.

Jóngerð Simonsen varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum á aðalafundinum í mars 2016. Hon starvast dagliga á Akstovuni.

Tveir nevndarsettir stóðu fyri vali á aðalfundinum 4. mars. Bjørg Jacobsen er nývald, og Svend Åge Seloy, sum hevur sitið tvær setur, varð afturvaldur.

Myndirnar eru frá fyrsta nevndarfundinum hjá nýggju nevndini í Starvsmannafelagnum. Á myndini omanfyri síggjast, frá vinstu: Hilmar Augustinussen, Bjørg Jacobsen, Súni Selfoss, Jóngerð Simonsen og Svend Åge Seloy.