Politiski viljin er at ætlaninar hjá Kósini skulu rúmast í fiskivinnulóggávuni, sigur Jónleif Johannesen tingmaður fyri Javnaðarflokkinum
Norðlýsið hevur vent sær til norðoyatingmannin Jónleif Johannesen at frætta um hansara hugsan, nú Kósin eftir øllum at døma ikki sleppur at hækka partapeningin, tí at ein minnilutaeigari í Kósini er útlendskur.
– Sjálvandi skal hetta rúmast í okkara lóggávu, sigur Jónleif. Hetta er ein skilagóð tillaging sum Kósin ger og tað hevur mær vitandi altíð verið ætlanin at ein slík tillaging skal kunna lata seg gera. sigur Jónleif.
– Men nú vísur tað seg at lógin ger tað møguligt at tulka soleiðis sum Vørn tulkar hana, og um tað er so, so má lógin broytast.
– Ætlanin er eisini at lógin skal broytast. Her er ongin mótstøða í samgongu ímoti hesum, mær vitandi, sigur Jónleif Johannesen.
– Í løtuni liggur hetta á borðinum hjá Høgna Hoydal og fiskimálaráðnum, sigur Jónleif Johannesen at enda við Norðlýsið.


