Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jonn fekk dreymabyrjan í Europa League

Jákup Ósá

Í hansara fyrsta dysti í Europa skoraði 17 ára gamli Jonn Johannessen eitt flott mál.

Hann var 17 ár og 181 dagar, tá hann skoraði í Europa League, og hann er yngsti KÍ-leikarin nakrantíð, sum hevur skorað í Europa. Í Føroyum eru tó nakrir fáir, sum hava verið yngri málskjúttar. Jonn var fegin, á Norðlýsið hitti hann eftir 5-1 sigurin hjá KÍ í Gundadali.

– Hetta var eitt sindur serligt at fáa debut í Europa League, vinna 5-1 og skora eitt mál. So tað kundi ikki verið betri. Málið kemur, har vit hava nakrar avleveringar. Jóannes Bjartalíð spælir meg leysan, eg taki eitt trekk, hyggi upp, síggi at málverjin kemur út, so eg ”chippi” hann bara uppum hann. Tað var fantastiskt at vinna 5-1, skora eitt mál og gera allar áskoðararnar ordiliga glaðar, segði Jonn eftir dystin.

 

Kendu lítið til Tre Fiori

– Vit vistu ikki so nógv um Tre Fiori, tí vit høvdu bara eina steypafinalu fyri tveimum mánaðum síðani at meta okkum eftir. Frá tí steypafinaluni, so vóru bara tríggir leikarar við hendan dystin. So tað var eitt nýtt lið hjá teimum. So vit vistu faktisk ikki, hvat vit komu upp ímóti, segði Jonn. Hann vísir tó á, at enn er eitt arbeið eftir at gera í San Marino.

– Vit kunnu tó ikki slappa av og bara fara til San Marino at sóla okkum, tí vit vita ikki, hvussu tað er at spæla í San Marino. Í fótbólti kann alt henda, so vit hava framvegis eitt arbeiði at gera og mugu geva alt teir 90 minuttirnar í San Marino, sigur hann.

 

Væntaði ikki so stórt álit

Hóast KÍ hevur keypt nógvar leikarar inn til hetta kappingarárið, bæði áðrenn kappingarbyrjan og í summarsteðginum, so hevur ungi norðoyingurin fingið stórt álit frá venjaranum, Mikkjal K. Thomassen. Hann er byrjaður inni í flestu dystunum.

– Vit spældu nógvar venjingardystir, og eg fekk ikki ein dyst frá byrjan, so eg væntaði ikki, at eg fór at spæla nakað serligt í ár. Men eg spældi í 1. umfarinum og kláraði meg fínt og síðani hevur venjarin givið mær sera stórt álit, og tað eri eg ræðuliga takksamur fyri. Eg havi roynt at gjørt mítt besta hvønn dyst og hvørja venjing, segði Jonn Johannessen við Norðlýsið eftir dystin móti Tre Fiori.

Harleywoodpaint