Jonn Johannessen avgjørdi toppdystin í gjár við einum skaða og hevði KÍ ikki brúkt tríggjar steðgir til útskiftingar, so hevði hann ikki verið á vøllinum, tá hann skoraði.
Í B36-leiðrinum var stór ónøgd um seinna gula kortið til liðskiparan hjá B36 Eli F. Nielsen í 83. minutti í toppdystinum. Hetta fekk hann fyri tað sum hann gjørdi móti Jonn Johannessen. Men upptøkurnar vísa ikki nakað endaligt svar, um hetta var rætt dømt ella ikki. Men øll sóu at Jonn lá eina løtu á vøllinum og mátti fáa hjálp inn.
Norðlýsið hevur vent sær til Jonn Johannessen og hann greiður soleiðis frá, hvat hendi.
– Eg fái ein bólt frá Jákup, sum eg so spæli vidari til Luc ella Páll og eg hyggi bara fram eftir. So 3-4 sekund aftaná eg havi spælt bóltin, kemur B36-leikarin við einari stempling inná fótin. Eg bekli við allari vektini hjá honum á fótinum hjá mær, sigur Jonn Johannessen við Norðlýsið.
Skoraði skaddur
Innskifti Jonn bleiv týðuliga illa fyri av hendingini og á KÍ-bonkinum gjørdu teir klárt til at skifta út, men Jonn vildi prøva at spæla eina løtu fyri at vita, um tað gekk. Men hann fekk trupulleikar og bað um útskifting. Tá var trupulleikin, at KÍ hevði havt tríggjar steðgir til sínar útskiftingar, og tí ikki kundu gera fleiri útskiftingar.
– Eg vildi prøva, so eg rann i eini fimm minuttir, so kláradi eg ikki meir. Pínan bleiv verri hvørt sekund, men tá eg bæð um útskifting høvdu vit longu brúkt tríggjar stedgir, so tad kundi ikki gerast og eg mátti spæla restina av dystinum, tíbetur kann man kanska siga nú, sigur Jonn Johannessen.
Sær ikki gott út við skaðanum
– Støðan er ikki tann besta. Eg klári slett ikki at ganga og má brúka høkjur allatíð, so hopi eg at eg sleppi framat MR skannara skjótast møguligt. Eg dugi ikki siga meir um skaðan, men sum nú er 30 tímar aftaná hendingina, so er tað blivi verri og verri, sigur Jonn Johannessen at enda við Norðlýsið.
Eisini Árni Frederiksberg fór skaddur av vøllinum í tí, sum sá út sum ein vøddaskaði. Men har eru betri útlit, tí sum skilst fór Árni av vøllinum, áðrenn tað bleiv heilt galið og hann væntast tøkur aftur um stutta tíð, men komandi dystirnir kunnu kanska verða í vanda.



