KÍ vann ein sera týdningarmiklan dyst í Gundadali í dag og legði B36 seks stig afturum í toppinum.
Tað vóru ikki nógvir KÍ-áskoðarar, men nógvir B36-áskoðarar, tá toppdystur var í Gundadali í dag. KÍ var í bestu uppstilling og tí vóru vónirnar hjá nógvum Kí-áskoðarum betri enn til steypadystin fyri viku síðani.
KÍ byrjaði væl og kom á odda 1-0, men B36 javnaði eftir hornaspark. Páll A. Klettskarð skoraði sítt annað mál áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki javnaði B36 eftir innkaststøðu. Móti endanum fekk Eli F. Nielsen seinna gula kortið. Sjey minuttir blivu lagdir afturat og tá legði KÍ eiitt stórt trýst á, har Sivert Gussiås, Patrick Da Silva og Páll A. Klettskarð allir vóru sera nær við. Tað sá út til at bólturin ikki vildi inn, men so fekk innskiftiu Jonn Johannessen, sum spældi sínar fyrstu minuttir í ár eftir skaða, bóltin og hóast støðan ikki sá so vandamikil út, so smekkaði hann bóltin í málið til 3-2, ið gjørdist úrslitið.
Oddaliðið KÍ vann seg við hesum seks stig framum B36 og liggur nú í eini góðari støðu í toppinum, har HB nú er nærmast, fýra stig aftanfyri. Tey liðini bresta saman í Gundadali í 9. umfari.



