Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen á fundi við David Cameron

Fólkaflokkurin

Fólkaflokkurin luttekur á stórum leiðarafundi hjá “European conservatives and reformists,” ið er evropeiski felagsskapurin hjá konservativa flokkinum í Bretlandi. Hetta er ein konservativur og borgarligur felgsskapur, ið er nýskipanarsinnaður og serstakliga skeptiskur mótivegis ES.

Á fundinum luttekur bretski forsætisráðharrin, David Cameron.

Fyri fólkaflokkin Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, og Hanus Samró.

Á fundinum skulu leiðararnir millum annað taka støðu til kreppuna í ES, nýskipanir og umstruktureringar av stórveldinum ES, og spurningin um einar frælsari Evropa, har limalondini fáa valdið aftur frá byrokratunum í Brússel.

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, fær somuleiðis nakrar minuttir við David Cameron, har hann skal greiða bretska forsætisráðharranum frá føroyskum viðurskiftum.