Fyrsta viðgerð av m.a. uppboðssøluni er í løgtinginum í løtuni.
Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinumvar sera kritiskur móti uppboðssøluni hjá samgonguni.
Í løtuni er fyrsta viðgerðin avuppskoti um tilfeingisgjøld og uppboðssølu fyri 2016.
– Hetta er brot á grundlógina, tívinnan eigur rættindini fram til 2018 sambært lóg, men her verðurtað flutt til 2016. Hvat er endamálið við uppboðssøluni? Rættaprísin fær man ikki, tí her eru bara nøkur fá, sum sleppa atbjóða. Fleiri aktørar fær man ikki, tí bara verandi aktørarsleppa at bjóða. Ein roynd bleiv gjørd í 2011 og hon burdi vístnokk, segði Jørgen Niclasen, sum eisini vísti á, atbúskaparfrøðingar kallaðu hesa uppboðssøluna fyri misfostur.




