Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jørgen: Kringvarpið skapt alheimssøgu út frá ongum

Jóhann Lützen

Útleggingin, sum KVF hevur staðið fyri; er als ikki í trá við fundin. Eg var har og veit hvat var sagt. Har vóru als ongar hóttanir, sigur Jørgen Niclasen í kvøld á facebook-vanganum hjá Fólkaflokkinum

Í kvøld sendi Jóhan Eli L. Poulsen út tíðindaskriv har hann spyr um leiklutin hjá Kringvarpinum í Huawei málinum. Tíðindaskrivið er blivið deilt á facebook vanganum hjá fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sum sjálvur var við á fundinum við kinesisku myndugleikarnar svarar á sama vanga soleiðis til tíðindaskrivið hjá partamanninum Jóhan Eli L. Poulsen:

Àhugaverdur spurningur. Sjálvur var eg á fundinum og kenni meg slett ikki aftur í umtaluni. Men Kvf hevur skapt eina alheimssøgu út frá ongum. Persónar, sum slett ikki hava verið á fundinum, verða nú endurgivnir um alla verðina. Tað er skaðiligt fyri Føroyar. Útleggingin, sum KVF hevur staðið fyri; er als ikki í trá við fundin. Eg var har og veit hvat var sagt. Har vóru als ongar hóttanir. Tillukku KVF.