Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen Niclasen: Antitrust rakar bara eitt reiðarí – sum liggur í Klaksvík

Norðlýsið

Jørgen Niclasen, úr fólkaflokkinum, spurdi Bjarna Hammer um lógin um antitrust bara rakar eitt reiðarí, meðan tey ríku pelagisku reiðaríðini ikki vera rakt, sum hann málbar seg.

Jørgen Niclasen, úr fólkaflokkinum, spurdi Bjarna Hammer um lógin um antitrust bara rakar eitt reiðarí, meðan tey ríku pelagisku reiðaríðini ikki vera rakt, sum hann málbar seg.

Jørgen Niclasen úr fólkaflokkinum spurdi Bjarna Hammer, um tað var rætt sum hann hevði skilt, at í hesum nýggja uppskotinum var tað bara eitt reiðarí(JFK), sum liggur í Klaksvík, sum verur rakt av antitrust lógini, meðan tey ríku pelagisku reiðaríðini ikki vera rakt, spurdi Jørgen Niclasen, sum helst sipaði til reiðaríðini, sum hava virksemi í Suðuroynni, har Bjarni Hammer er valdur.

Bjarni Hammer vildi ikki gera stórvegis viðmerkingar til spurningin frá Jørgen Niclasen, men segði bara, at broytingin nú í mun til onnur uppskot var til tað betra. Hann segði seinni, at var hetta eina reiðaríðið, sum er JFK, uppiyvir markinum um antitrust, so var hetta ikki afturvirkandi, og tí var einasta forðing, at hetta reiðaríðið ikki slapp at bjóða uppá langtíðarloyvir á uppboðssøluni.